Havbókin

Hjálmar Hátun, Turið Sigurðardóttir og Hanus Kjølbro viðgera “Havbókina” Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga á Vesturfjørðinum í Lofoten. Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt. “Havbókin”, sum norski rithøvundurin Morten A. Strøksnes skrivaði, verður hámett sum ein tann allarbesta norska sakprosabókin. Edvard Olsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Gestir í Lesikrókinum eru Hjálmar Hátún, havfrøðingur, Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, og Hanus Kjølbro, verðurmaður. Vertur er Eyðun Klakstein.