Í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg” verður Illionskvæðið um stríðið í Troia flættað saman við fólkum í lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett undir seinna heimsbardaga Vit eru stødd í lítlari bygd í Grikkalandi, sum týskarar hava hersett undir seinna heimskríggi. Ímeðan bumburnar frá bretskum bumbuflogførum regna niður yvir bygdina, fer lærarinnan við børnunum í lívd í helli og fer undir at siga teimum søguna um Troia. Vit fylgja eisini gongdini í bygdini, har týskarar leita eftir einum mótstøðufólki, sum hevur verið við til at drepa týskan heryvirmann, samstundis sum gerandisdagurin í bygdini skal halda fram. Søgurnar um Troia og um týsku hersetingina av griksku bygdini verða flættaðar saman í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg”, sum Theodor Kallifatides skrivaði. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út. Trý fólk viðgera bókina í Lesikrókinum hesa ferð. Tey eru Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, samskipari hjá Farlit, Hans Jacob Kollslíð, lærari í mentanarfatan á Miðnámi á Kambsdali, og Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum. Vertur er Eyðun Klakstein.