Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiðu. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum er abbi Alex í móðurætt. Hetta er byrjanin til eina kanningarferð hjá Alex, sum førir hann aftur til summarið 1932, tá omman byrjar eitt kærleikssamband við unga mannin og skaldið Olof Lagercrantz, og tá Alex sum 11 ára gamal vitjar Karin ommuna og Sven abban eitt vikuskifti í 1988. Skaldsøgan "Brenn øll míni brøv" eftir svenska høvundin Alex Schulman kom út í 2018. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Sprotin gav bókina út í 2024. Gestir í Lesikrókinum eru Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, Bjarni Arge, miðlafrøðingur og samskiftisfólk, og Annika Magnussen Gaard, sóknarprestur á Tvøroyri. Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.