Merking

Fríða Ísberg hevur skrivað hugvekjandi skaldsøguna "Merking", sum eitt nú viðger, hvussu javnvágin millum einstaklingarættindi og samfelagsáhugamál skal vera. Turið Sigurðardóttir týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út. Íslendska tjóðin er klovin, onnur helvtin vil hava tryggari samfelag, hin helvtin rættvíst samfelag. Høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Vetur, Oya, Ólavur og Tristan, hava øll verið noydd at laga seg til tað nýggja siðalagið, og fyri framman er tjóðaratkvøða um, hvørt merkingarskylda skal vera lógarbundin. Gestir í Lesikrókinum eru Katrin Kallsberg, Poul Guttesen og Turið Sigurðardóttir. Vertur er Eyðun Klakstein.