Maria Stuart er bara seks dagar gomul, tá ið hon í 1542 verður drotning í Skotlandi. Sum sekstan ára gomul verður hon har umframt drotning í Fraklandi. Seinni liggur hon í stríði við Elizabeth I um rættin til ensku trúnuna. Lívið hjá Mariu Stuart lagaði seg sum ein ógvisligur tilburður fyri og annar eftir, til hon endaði sínar dagar á høggstabbnum í 1587. Eysturríkski rithøvundurin Stefan Zweig skrivaði kenda bók um Mariu Stuart. Hesa bók hevur Edvard Olsen týtt til føroyskt, og Sprotin gevur út. Gestir í Lesikrókinum eru Sirið Stenberg, Torbjørn Jacobsen og Andras Sólstein. Vertur er Eyðun Klakstein.